
Arne Thorsteinsson: Røða á tiltakinum “Hertak Vaglið” 3. desember 2011.
Ein maður er ein maður, og eitt orð er eitt orð!
Er hetta galdandi í politikki? Nei! Átti tað at verið galdandi í politikki? Ja!
Vit hava teir politikarar, vit fortjena, verður sagt. Vit hava jú sjálvi valt teir. Men hetta er ikki so. Vit velja okkara politikarar og flokkar í áliti á, at teir fara at fremja tann politik, teir siga seg standa fyri. Demokrati er ein spurningur um álit. Uttan álit er einki satt demokrati.
Politisk lyfti verða skjótt gloymd. Tað er óneyðugt at nevna dømi, tí vit minnist tey øll frá valinum, sum júst var. Tað, sum sagt var fyri valið, hevði einki at siga eftir valið. Ikki einans okkurt hissini lyfti, men grundleggjandi hugsjónir vórðu sleptar í gramsanini eftir makt.
Hava vit álit á okkara politikarum og politisku flokkum, sum siga eitt og gera nakað annað?
Nú siga teir, at skattgjaldarin skal ikki rinda skatt av pensjónum, tá tann tíð kemur, um hann nú beinanvegin rindar skatt av pensjónsinngjaldinum.
Trúgva vit hesum lyfti?Hava vit nakra orsøk til at trúgva, at politikarar um 10, 20 ella 50 ár fara at virða lyfti frá nútíðar politikarum, sum ikki sjálvir virða síni egnu orð?
Fyri hálvari øld síðan fingu vit pensjónistar lyfti um fólkapensjón til øll, bert vit rindaðu hálvtriðja procent av okkara inntøku til endamálið. Nú siga okkara poltikarar, at okkum tørvar ikki fólkapensjón, um so er, at vit hava spart saman av okkara løn til eina betri pensjón enn tann alsamt minkandi fólkapensjónin. Somu treytir fáa tey, sum nú við lóg verða noydd at spara saman til egna pensjón. Fólkapensjónin verður nú gjørd til eina olmussuveiting
Samhaldsføstu, norðurlendsku vælferðarskipanirnar geva okkum øllum javnrættindi til samfelagsins veitingar, til undirvísing, til sjúkraviðgerð, til fólkapensjón og aðrar vælferðartænastur. Hetta kostar nógvar pengar, og tað merkir høgan skatt, men tey flestu í Norðurlondum gjalda heldur tann neyðuga skattin enn at sindra samhaldsfasta vælferðarsamfelagið
Í Føroyum gjørdist niðurlagingin av fólkapensjónini bert byrjanin til niðurlagingina av vælferðarsamfelagnum. Næsta stigið varð so flatskatturin við ógvusligum skattalættum til tey múgvandi, øktum byrðum á tey minni mentu, minkandi inntøkum í landskassan og verri vælferðartænastum.
Okkara politikarar eru farnir undir at taka okkum úr norðurlendsku vælferðarskipanunum, sum hava gjørt Norðurlond til eitt tað ríkasta, tryggasta og besta umráði at búgva í her á fold. Hugburður teirra er ikki longur norðurlendskur. Rákið, sum hevur tikið teir við sær, kemur ikki úr Norðurlondum, men vestan eftir úr USA, har samhaldsfesti, sosialur tryggleiki og almennar vælferðartænastur verða mettar sum rein kommunisma. Henda munin millum norðurlendska og amerikanska ideologi lýsti Henrik Ibsen longu fyri 150 árum síðan sum munin millum fólk og trøll, har trøllið hevur sum hugtak “Troll, ver deg sjølv nokk”.
Takk fyri.



