Undirritaðu feløg mótmæla harðliga ta niðurlaging, ið samfelag okkara er fyri. Vælferðin hevur ikki fingið nøktandi raðfesting í góðum tíðum, og tá ið tíðirnar gerast verri verður vælferðin munandi skerd. Hetta hevur verið serliga ringt seinasta árið, og einki bendir á, at lagt verður á annan bógv.
Tvørturímóti so er nærum hvørja viku, at lagt verður eftir tilboðum ella skipanum, ið fólk hava fyri neyðini. Tað seinasta álopið var á børn við serligum tørvi, og næst á skránni eru tey sálarsjúku. Áðrenn hetta hava pensjónistar, fólk, ið hava tørv á heilivági, børn og ung við serligum tørvi, staðið fyri skotum.
At landinum vantar pening er ongin umbering fyri at leggjast á tey, sum mest hava brúk fyri, at vit hava nøkur tilboð, sum kann javnseta borgararnar her á landi.
Undirritaðu feløg eftirlýsa einum sosial politikki, sum tekur atlit til tey, sum hava tørv á einum sosialum trygdarnetið.  Vit óttast gongdina og heita inniliga á politisku skipanina um at leggja á annan bógv. Tørvur er á raðfestingum, og at hesar eru samhaldsfastar. Hetta kann Føroya Løgting gera nakað við, nú fíggjarlógin 2010 er til viðgerðar.
Feløgini heita á landsins myndugleikar um at halda ásetingarnar í ST-sáttmálanum fyri fólk við breki, og at ásetingarnar í nýggja psykiatrilógini vera virdar. Tað er ikki haldbært, at lóggeva við aðrari hondini og skerja við hinari. Samsvar má vera ímillum lóggávu og fíggjarliga raðfesting.
Undirritaðu feløg eftirlýsa eini greiðari og miðvísari sosialpolitiskari ætlan, sum mennir Føroya land á vælferðarøkinum, og ikki einum politikki, sum sorlar tey tilboð sum eru.

Almanna- og heilsurøktarafelag
Føroya Barnabati
Bioanalytikarafelagið
Ergoterapeutfelagið  
Epileptikarafelag
Føroya  Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Handverkarafelag
Føroya Pedagogfelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Heilsuhjálparafelag Føroya  
Javni  
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag  
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Landsfelag Handverkaranna
Landsfelag Pensjónista 
Ljósmøðrafelagið
Musikklærarafelagið  
Magistarafelag Føroya
Nýrafelagið
S & K Felagið    
Samtak
Sclerosufelagið






«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Tiltak

2012/06/19

Eldradagur

Eldradagurin 2012 verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

les meir

SAMBAND

Email: eldri@mail.fo     
Telefon (+298) 28 93 94

Útgevari

Landsfelag Pensjónista 
Tróndargøta 13 
100  Tórshavn 
Telefon (+298) 31 93 94
Fartelefon (+298) 21 93 94 
Email: 
landsfelagpensjonista@olivant.fo