Yvirlýsing frá Eldradegnum 2009

Eldradagurin 2009 heitir við hesum á landsstýri og løgting at taka aftur verandi pensjónsspariuppskot í Ólavsøkupakkanum 2009, tí tað máar støðið undan fólkapensjónsskipanini og vendir sosialt skeivt.

Sum er, er nettopensjónin undir fátækramarkinum hjá OECD. Pensjónistar ið bert hava lága inntøku aftur av pensjónini, tola ikki at missa burtur av inntøkuni, og er mótrokning við 25% frá fyrstu krónu tí púra burturvið.

Higartil í ár er longu nógv tikið frá pensjónistunum. Hetta rakar serstakliga meint hjá pensjónistum, sum longu framman undan eru ringast fyri.

Í staðin fyri at taka burtur av pensjónunum eiga  landsstýri og løgting  heldur beinan vegin at hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta, sum politisku flokkarnir áður hava lovað.

Vit heita á politiska myndugleikan um saman við umboðum fyri okkum pensjónistar at taka spurningin um framtíðar pensjónsskipan til víðari viðgerð og vísa størri atlit til fíggjarligu støðuna hjá pensjónistunum heldur enn til landsskassan


Soleiðis samtykt av áleið 400 pensjónistum á Eldradegi í Nesvík 08.08.2009.






«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Tiltak

2012/06/19

Eldradagur

Eldradagurin 2012 verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

les meir

SAMBAND

Email: eldri@mail.fo     
Telefon (+298) 28 93 94

Útgevari

Landsfelag Pensjónista 
Tróndargøta 13 
100  Tórshavn 
Telefon (+298) 31 93 94
Fartelefon (+298) 21 93 94 
Email: 
landsfelagpensjonista@olivant.fo