Feløg
Kring landið eru pensjónistafeløg, sum virka fyri áhugamálunum hjá teimum eldru. Meginfelag teirra er Landsfelag Pensjónista, ið tekur sær av yvirskipaðum málum, og sum áhugafelag roynir at gera sína ávirkan galdandi hjá myndugleikum í eldraspurningum. Landsfelag Pensjónista hevur ráðgevarastøðu hjá Almannaráðnum í málum, sum viðvíkjandi pensjónistum. Annars umboðar landsfelagið føroyskar pensjónistar mótvegis føroyskum myndugleikum og úteftir, og er sostatt at meta sum fakfelag pensjónistanna. Limirnir í lokalfeløgunum eru samstundis eisini limir í landsfelagnum. Tað merkir, at tess fleiri pensjónistar gerast limir í teirra lokala felag, tess sterkari stendur landsfelagið í arbeiði sínum at stríðast fyri áhugamálum pensjónistanna og at verja rættindi teirra.
Nøkur av teimum málum – fremst av øllum pensjónsmálið – sum landsfelagið hevur arbeitt við seinastu tíðina, fara at vera umrødd her á síðuni og tær tílráðingar, sum nevndin hevur sent myndugleikunum, verða sum frá líður lagdar á heimasíðuna, men her fara vit beinan vegin at leggja tvær yvirlýsingar á heimasíðuna
Nevndin í landsfelagnum verður vald beinleiðis av limunum á ársaðalfundinum. Øll limafeløgini hittast eina ferð um árið á formansfundi í november mánaða.
Sosial tiltøk
Nógv verður gjørt fyri at menna sosiala samanhaldið millum pensjónistar úr øllum landinum. Í sambandi við ársaðalfundin skipar landsfelagið fyri døguða, har pensjónistar hava høvi at hittast. Av øðrum sosialum tiltøkum kann nevnast eldradagurin, sum í ár savnaði einar 400 pensjónistar í Nesvík og frálika ársveitslan 3. oktober 2009 á Hotel Føroyum, har 320 pensjónistar hugnaðu sær og skemtaðust til farið varð langt um miðju nátt.
Skeið fyri pensjónistar
Sum eina roynd skipaði Landsfelag Pensjónista í 2008-2009 fyri byrjanarskeiðum í teld fyri nevndarlimir í pensjónistafeløgunum. Hesi skeið hepnaðust væl og vóru væl umtókt, men ymisk viðurskifti gjørdu, at landsfelagið gavst at reka skeiðvirksemi sjálvt og í staðin – við Almu Petersen, forkvinnu í eldrafelagnum “Hugna” sum stigtakara, saman við lokalfeløgunum fór at skipa fyri skeiðum fyri eldri undir kvøldskúlaskipanini. Ikki kann sigast annað enn, at kvøldskúlaskipanin hevur tikið væl undir við hesum. Grundskeið í Teld fyri eldri er í Klaksvík sum vikuskiftisskeið. Í Havn er farið undir eitt kvøldskeið, men áhugin og tørvurin er so stórur, at tvey vikuskiftisskeið í løtuni eisini verða fyrireikað.
Teldan er vorðin eitt meira og meira týðandi samskiftisamboð í nútíðar gerandisdegnum. Mong teirra, bæði pensjónistar og onnur eldri, sum í 20 – 25 ár hava runnið undan telduni, hava nú fatað, at illa ber til at vera telduna fyri uttan, og hendan tørvin er tað so sjálvsagt, at landsfelagið átekur sær at nøkta saman við øðrum góðum kreftum.
Norðurlendskt samstarv
Landsfelag Pensjónista er limur í Nordiska Samarbetskommittén (NSK), har feløg úr Danmark, Finlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki umboða áleið 800.000 pensjónistar. Stýrisfundur verður 19-20.oktober í Helsinki og beint eftir fundin 20.-21 verður seminar um tvey sera aktuel mál: “Búskaparviðurskifti hjá pensjónistum undir fíggjarkreppuni” og “Hvat fara broytingarnar í fólkasamanseting at merkja fyri pensjónsaldurin framyvir”.




