
Alneyðugt at § 12 í almannapensjónslógini verður dagførd og broytt
Í almannapensjónslógini verður í § 12 ásett, at Almannastovan kann veita pensjónistum, ið hava serliga trupul kor, persónligt ískoyti.
Tá pensjónistur søkir um persónligt ískoyti eftir § 12 í almannapensjónslógini – aloftast tí hann hevur høgar húsaútreiðslur (rentur og avdráttir) ella høgan leigukostnað og hevur eingangsútreiðslur til tannviðgerð, brillur, heilivág ella annað, sum hann ikki eigur pening at gjalda fyri sjálvur - setir Almannastovan upp roknistykki við inntøkusíðu og útreiðslusíðu at rokna út aktuellan ítøkiligan “tørv”. Úrslitið av slíkum tørvsroknistykki - hjá Almannastovuni - vísir nærum altíð, at pensjónisturin ikki hevur rætt til fíggjarligt ískoyti/-persónligt ískoyti frá Almannastovuni.
Tá hugt verður nærri eftir hvussu tað ber til, at Almannastovan nærum altíð kemur til tað úrslit, at fíggjarliga trongdir pensjónistar ikki hava rætt til persónligt ískoyti, tá teir vegna trupul fíggjarlig kor søkja um peningaliga hjálp frá Almannastovuni, sæst, at fleiri ásetingar í kunngerð um persónliga viðbót í “Kunngerð nr. 19 frá 14. mai 2004 um persónliga viðbót sambært almannapensjónslógini...” als ikki eru dagførdar og tískil ikki hóska til nútíðarkostnaðarstøði ella til nútíðarsamfelagið.
Upphæddin til uppihalds staðið í stað í 12 ár – meðan prístalið er hækkað 25%
Í Kunngerð nr. 19 frá 14. mai 2004 verður ásett, at upphæddin til uppihalds sambært § 4, stk. 2, er hin sama sum grundupphæddin í fólkapensjónini. Staðfestandi at grundupphæddin í fólkapensjónini ikki er hækkað síðan byrjan av 1999 - er nevnda uppihaldsupphædd sostatt ikki hækkað/prístals-viðgjørd seinastu 12 árini. - Hetta er støða, sum er sera álvarsom fyri fíggjarliga trongdar pensjónistar, sum søkja um fíggjarliga hjálp frá Almannastovuni. Teir hava sostatt einans rætt til uppihaldshjálp, sum er tengd at grundupphædd sum hevur staðið í stað seinastu 12 árini. Hetta meðan meðalprístalið sambært Hagstovu Føroya sama tíðarskeið – t.v.s. seinastu 12 árini - er hækkað uml. 25%. Hetta somuleiðis samstundis sum nýggjar kanningar frá 2010 vísa, at tað er sera dýrt at liva í Føroyum – og at tað eru heili 15 % dýrari at liva í Føroyum enn í Danmark.
Nógv útreiðslusløg verða ikki tikin við í roknistykki hjá Almannastovuni, tá pensjónistur søkir um persónligt ískoyti
Fleiri sløg av útreiðslum, sum verða hildnar at verða nátúrligar í nútíðarsamfelagnum, verða aloftast/tíðum ikki tiknar við í “tørvs”roknistykki hjá Almannastovuni, tá pensjónistur søkir um persónligt ískoyti sambært § 12 í almannapensjónslógini. Í kunngerð nr. 19 frá 14. mai 2004 um persónligt ískoyti verða sum fastar útreiðslur nevniliga ikki nevndar t.d.:
· telefonútreiðslur
· bilútreiðslur
· internethald
· dagbløð
· televarpshald
· brúkslán
· heilivágsútreiðslur (sum ikki hoyra undir Heilsutrygd)
Úrslitið av hesum er, at Almannastovan tískil aloftast kemur til ta niðurstøðu, at pensjónisturin hevur nóg mikið av peningi til uppihalds. “Tørvs”roknistykki hjá Almannastovuni vísir harumframt, at pensjónisturin hevur tøkan pening til taks at gjalda møguligar aðrar útreiðslur - og boðar Almannastovan tí fíggjarliga trongda pensjónistinum frá, at hann ikki hevur rætt til persónligt ískoyti sambært § 12 í almannapensjónslóggávuni.
Onki persónligt ískoyti um stakur eigur 10.000 kr. og hjún eiga 15.000 kr.
Pensjónstur, ið eru stakur, fær ikki persónligt ískoyti, um hann eigur størri upphædd enn 10.000 kr. og hjún fáa ikki persónligt ískoyti, um tey eiga størri upphædd enn 15.000 kr. Hesi ognarmørk, ið verða nýtt í sambandi við rætt til persónligt ískoyti, eru mær kunnugt ikki broytt/hækkað seinastu 25-30 árini.
Reglur um persónligt ískoyti eru “avoldaðar” og halda fíggjarliga trongdum pensjónistum í “fátækrafellu”
Politiski myndugleikin, landsstýriskvinnan í almannamálum og løgtingið eiga at vita, at nógvir pensjónistar, ið bert hava minstupensjón (fólkapensjón, brennistuðul og samhaldsfasta) at liva av - og sum hava høgar bústaðarútreiðslur (húsaskuld ella høgan leigukostnað) og aðrar vanligar nútíðarútreiðslur, als ikki klára seg fíggjarliga í gerandisdegnum uttan so, at teir eiga pening á bók ella líknandi afturat pensjónini. Eiga tey hinvegin ongan reiðan pening at brúka afturat pensjónini, mugu tey liva eitt lív í einari støðugari “fátækrafellu” í vælferðarsamfelagnum Føroyar. Hetta tí at føroyska almannapensjónslóggávan ikki er dagførd, tá umræður persónligt ískoyti til fíggjarliga trongdar pensjónistar. Og kann verandi grein um persónligt ískoyti (§ 12), í almannapensjónslógini, tískil als ikki nýtast at hjálpa fíggjarliga trongdum pensjónistum úr fátækrafellum.
Upphæddin til uppihalds má hækkast munandi
Upphæddin til uppihalds til støk og gift, sum søkja um persónligt ískoyti sambært § 12 í almannapensjónslógini, má uttan drál broytast frá at vera grundupphæddin í fólkapensjónini ið, sum nevnt áður, ikki er hækkað ella dagførd seinastu 12 árini. Upphæddin eigur í staðin hóskandi at verða ásett til 5.879 kr. um mánaðin, sum er grundupphæddin (fyri árið 2011), sum stakir fyritíðarpensjónistar fáa.
Somuleiðis mugu aðrar ásetingarnar tá umræður persónligt ískoyti í almannapensjónslógini dagførast og nútíðargerast, hetta soleiðis at fíggjarliga trongdir pensjónistar, í framtíðini, fáa møguleika at fáa persónligt ískoyti afturat pensjónini - so teir sleppa frá, framhaldandi, at liva í fátækradømi í vælferðarsamfelagnum Føroyar.
Ingrid S. Henriksen



