Tað er skomm at ganga biddaragongd til Danmarkar fyri at tiðna blokkin og fáa meiri pening haðan! Tað halda tey flestu.

 

Mangur sigur frá Ólavi kongi og hevur ikki sæð hann. Nakað soleiðis tykir mær, støðan er, tá ið vit nevna blokkin:  Um hann skal blotna, tiðna ella framhaldandi liggja grótharður og hvørva aftur við borðinum, meðan gomul og sjúk bøta fyri tann ábyrgdarleysa, hástóra og vanvirðandi fíggjar-politikk, sum hevur verið førdur síðan táverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kveikti blokkfrystaran við ivasamari ella kanska enntá ólógligari avgerð í 2002.

 

Men tá ið gomul og sjúk skulu fíggja tað, ið er fryst, haldi eg, at vit skuldu skammað okkum.

Størsti parturin av teimum 615 milliónunum í blokkinum er lagdur av til okkara heilsu- og almannaverk, 340,3 milliónir í 2001, og restin, 285milliónir, er til heilsuverkið, men dúgliga verður trúttað niður í okkum, at so er ikki. Sannleiki og rættlæti er kortini tað minsta, ein kann vænta av okkara fólkavaldu umboðum.

 

Niðurfrystingin, sum sitandi landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum setti í gildi í 2002, verður fíggjað av okkara sjúku, gomlu og brekaðu meðborgarum.

 

Men óivað brýtur okkara løgting/landsstýri gjørda avtalu við danska heilsumálaráðharran um, at eftirløntir føroyingar skulu ikki hava tað verri enn eftirløntir danir.

 

Niðurfrystingin av blokkinum hevur mær vitandi ongantíð fingið nakra politiska viðgerð, aðra enn at hon er samtykt saman við okkara fíggjarlóg.

 

Eitt annað brot á løgtings-/landsstýrissamtyktina er 50/50 % fíggingin av okkara heilsuverki. Hetta er klokkugreið avtala millum danir og føroyingar. Men tá ið blokkurin verður frystur, broytist lutfallið á hesari fígging soleiðis, at danir gjalda minni enn 50 % og føroyingar bróðurpartin. Og tí eiga vit sjálvir heiðurin av.

 

Allar viðgerðir á Ríkissjúkrahúsinum verða fíggjaðar 100% av dønum. Í dag gjalda vit sama sjúkrahúsi uml.75 milliónir um árið, tí blokkurin varð bundin niður í 2002.

 

So hvør eigur skommina? Hvør eyðrænir okkara gomlu, sjúku og brekaðu?

Tað er hóast alt tey, ið fíggja okkara niðurfrysting. Skulu tey nú fíggja flatskattin?

 

Hetta er alt nakað, ið fólk kunnu lesa seg fram til við at fara í avtaluna, sum okkara lands-stýrismaður í heilsumálum undirskrivaði t. 19.12.2001 (almannaverkið), og sum Føroya løgmaður undirskrivaði 07.04.1987 (heilsuverkið).

 

Annars er málið um blokkin sera einfalt at loysa, tí vit kunnu yvirtaka hesi málsøki, og so er ikki neyðugt við nakrari biddaragongd. Vit mugu bara finna aðrar inntøkur fyri tær, vit sleppa – ella øll seta okkara livifót eftir broyttu fíggjarstøðuni.

 





«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

SAMBAND

Email: eldri@mail.fo    
Telefon (+298) 28 93 94

Útgevari

Landsfelag Pensjónista 
Tróndargøta 13 
100  Tórshavn 
Telefon (+298) 31 93 94
Fartelefon (+298) 21 93 94 
Email: 
landsfelagpensjonista@olivant.fo