
Heimahjálpin má virka eftir ætlan
Avvarðandi hjá eldri og óhjálpnum, fakfólk innan eldraøkið og Landsfelag Pensjónista hava seinastu árini javnan víst á, at skipanin við heimahjálp ikki virkar eftir ætlan.
Ætlanin við skipanini við heimahjálp, ið varð bygd upp í 1970 árunum, skuldi borga fyri at eldri og óhjálpin skuldu hava møguleika at verða verandi í egnum heimi longst møguligt. Hjálp skuldi veitast til bæði persónliga røkt og til reingerð v.m. í heiminum. Henda ætlan var og er framvegis í samsvari við tey ynski, sum fólk flest hava, tá umræður bústaðarumstøður, tá fólk eldast og heilsan fer at bila. Flestu fólk, ið nærkast pensjónsárum, siga, at tey ynskja at kunna búleikast í egnum heimi longst møguligt ella ynskja at flyta í alternativan eldrabústað, tá kreftirnar ganga undan, tey gerast sjúk og ov tungt gerst at búleikast í egnum sethúsum. Allarflestu fólk ynskja bert at flyta �� ellis- ella røktarheim, tá/um tað ikki er møguligt longur at klára seg í egnum heimi.
Heimahjálpin ein viðfáningur
Heimahjálpin er seinastu mongu árini vorðin útholað og er nú vorðin til ein viðfáning, sum als ikki livir upp til endamálið við skipanini – nevniliga, at fólk skuldu klára seg í egnum heimi longst møguligt við hjálp og stuðli frá heimahjálparskipanini.
Hevur gingið afturá við heimahjálpini
Í seinasta blað hjá Landsfelag Pensjónista “Sólsetur” varð víst á, at heimahjálpin tey fyrstu nógvu árini virkaði væl. Men at seinastu 10-15 árini hevur gingið afturá við heimahjálpini. Víst verður á, at so at siga hvørt ár, tá tað líður út á árið, verður boðað frá, at nú verða ikki fleiri tikin inn í skipanina, ella nú verður skorið niður uppá veitingar, fólk fáa færri tímar um vikuna og at tíðin til tann einstaka verður stytt. Grundgevingin fyri hesi gongd sigst hvørja ferð at vera hin sama: at peningajáttanin til skipanina ikki røkkur.
Heimahjálpin eigur at verða munandi styrkt
Í febr. 2010 var orðaskifti um heimahjálpina í løgtinginum. Undir orðaskiftinum nevndu løgtingslimir, at eldri og óhjálpin ikki fáa ta hjálp frá heimahjálpini, sum tey hava fyri neyðini. Víst varð á, at eldri og óhjálpin aloftast bert fáa hjálp til persónliga røkt, men verður hjálp til reingerð í heiminum aloftast skorin burtur, tí játtaði peningurin til heimahjálp bert røkkur til persónliga røkt og ikki eisini til reingerð v.m. í heiminum.
Tingmaður úr Sjálvstýrisflokkinum segði, at tað at eldri og óhjálpin fáa ov lítla heimahjálp ger, at trýstið á ellis- og røktarheimini verður ov stórt. Undir viðgerðini varð nevnt, at hvørt røktarheimspláss kostar uml. 1.200 kr. um dagin og at kostnaðurin á demensheimum er uml. 1.500 kr. um dagin. Víst varð á, at heimahjálpin átti at verið styrkt fyri at spara pening til kostnaðartung røktarheimspláss.
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, legði dent á, at fólk eiga at búgva heima hjá sær sjálvum so longi sum gjørligt. Hon vísti á, at trýstið á heimahjálparaskipanina er stórt í mun til játtinina og at heimahjálpin er treytað av játtanini til økið. Hon gjørdi vart við, at tá á stendur við peningi til skipanina, verður reingerðin skerd, so fólk kunnu fáa hjálp til neyðuga persónliga røkt. - Landsstýriskvinnan segði, at seinastu mongu árini hevur reingerðin altíð verið skerd í mun til játtanina til heimahjálp.
Alternativið til nøktandi heimahjálp eru kostnaðartung ellis- og røktarheim
At reingerð til eldri og óhjálpin, sum búgva í egnum heimi, verður spard burtur, tí landskassin skal spara, er sparitiltak, ið ikki er skilagott. Hetta bæði tí, at fólk ynskja at búgva í egnum heimi longst møguligt við nøktandi heimahjálp frá tí almenna og tí at alternativið til heimahjálp, ið ikki er nøktandi, er, at eldri og óhjálpin kenna seg noydd/trýst at flyta inn á kostnaðartung ellis- og røktarheim.
Upplýst verður, at hvørt einstakt pláss á ellis- og røktarheimum kostar uml. 1.200 til 1.500 kr. um dagin. Meðan kostnaðurin hinvegin fyri hvønn heimahjálpstíma í miðal er uml. 121 kr. um tíman. Hesi tøl vísa, at vit kunnu fáa uml. 10 til 12 tímar í heimahjálp um dagin fyri hvørt ellis- og røktarheimspláss. Eygsýnt er, at vit kunnu nýta peningin til eldrarøkt á nógv skynsamari hátt enn gjørt verður í løtuni. Tískil er skilagott og neyðugt, sum skjótast at styrkja heimahjálpina.



