Árið í ár – 2011 – er eitt jubileumsár fyri fleiri pensjónistafeløg.
Eldrafelagið Hugni í Klaksvík 40 ára gamalt, elsta eldrafelag í Føroyum, stovnað 19.okt. 1971.
Pensjónistafelagið í Havn 35 ár, stovnað 20. mai 1976.
Vága Pensjónistafelag 30 ár, stovnað 30. nov. 1981.
Pensjónistafelagið HØFT á Tvøroyri 30 ár, stovnað 28. des. 1981.
Landsfelag Pensjónista 25 ár, stovnað 24. okt. 1986.
Hetta varð hátíðarhildið á ársveitsluni hjá Landsfelagnum á Hotel Føroyum fyrr í hesum mánaði, har virksemið hjá Landsfelagnum hesi árini í stuttum varð lýst í gestarøðu, sum Sigvald Kristiansen helt á ársveitsluni.
Landsfelag Pensjónista 25 ár
Tað finnast nógv feløg, sum eru stovnað fyri at stuðla serligum áhugamálum hjá ávísum bólkum. Fara vit 100 ár aftur í tíðina ella meira, so finna vit feløg á ymiskum økjum: politisk feløg, ítróttarfeløg, ungmannafeløg, sangfeløg, átrúnaðarlig feløg, avhaldsfeløg, fakfeløg innan ymisk arbeiðsøkir, so sum arbeiðsmannafeløg og fiskimannafeløg og reiðarafeløg og bóndafeløg og ivaleyst nógv onnur.
Fyrsta pensjónistafelag varð stovnað í 1971. Tað eru sostatt bert 40 ár, síðani bólkar av pensjónistum byrjaðu at skipa seg í feløg, helst tí at grannalond okkara hava havt slík feløg, og onkur hevur sæð tørv á hesum eisini her hjá okkum. Pensjónista hugtakið er ikki meira enn góða hálva øld gamalt hjá okkum, fólkapensjónin kom í 1958-59, áðrenn tað var ellisrentan, sum man kortini ikki tosaði so hart um. Men tá fólkapensjónin kom, sum øll fingu, tá var tað eingin skomm at fáa pensjón og kalla seg fólkapensjónist.
Tað var Anna Joensen, sjúkrasystir, sum í 1971 tók stig til stovnan av tí fyrsta pensjónistafelagnum í Føroyum , tað var í Klaksvík, har tey fara at halda 40 ára føðingardag í hesum mánaði. 5 ár seinni í 1976 varð næsta pensjónistafelag stovnað í Havn. Stigtakarin til hetta felag var Thomas Pauli Christiansen. Triðja og fjórða pensjónistafeløg komu so aftur 5 ár seinni, ávíkavist í Miðvági, har Jóhannes Ravnsfjall var formaður, og á Tvøroyri, har Arnold Nielsen var formaður. Næsta 5 ára skeið komu 5 feløg afturat: í Skopun, í Vestmanna, í Sundalagnum, í Fuglafirði, har Símun Pauli Poulsen var formaður, og í Vági, har Elsa Arason var forkvinna. Nú eru tað 9 pensjónistafeløg, og vit eru komin fram til 1985.
Tað hevur hesi árini verið tosað nógv millum feløgini at stovna eitt meginfelag fyri pensjónistafeløgini. So vítt eg veit hevur sama Anna Joensen úr Klaksvík borið hetta upp á mál fleiri ferðir við Arnold Nielsen av Tvøroyri og onnur feløg, uttan at nakað kom burtur úr. Í 1986 setti nevndin í Fuglafjarðar Pensjónistafelag, sum tá bert var eitt ára gamalt, fram uppskot um at stovna eitt landsfelag. Símun Pauli Poulsen setti seg beinan vegin í samband við Onnu Joensen og Arnold Nielsen, og samdust hesi trý um at kalla saman til fundar á Hotel Hafnia um hetta mál. Tey feløg, sum møttu, vóru øll samd um at stovna eitt landsfelag uttan Pensjónistafelagið í Havn. Hesin fundur álegði Arnold Nielsen og Símun P. Poulsen at smíða eina lóg fyri eitt landsfelag. Síðani varð boðað til stovnandi aðalfund 24. okt. 1986. Felagið varð stovnað, lógirnar góðkendar, og felagið fekk navnið Landsfelag Pensjónistanna. Í nevndina komu 6 fólk: Arnold Nielsen, Tvøroyri, Símun Pauli Poulsen, Fuglafjørður, Óli Dahl, Klaksvík, Marit Matras Jacobsen, Klaksvík, Jóhannes Ravnsfjall, Miðvágur, og Elsa Arason, Vágur. Fyrsti formaður gjørdist Arnold Nielsen av Tvøroyri. Av hesum 6 er bara Símun Pauli Poulsen úr Fuglafirði eftir á lívi. Viðmerkjast skal, at Pensjónistafelagið í Havn gjørdist limur í Landsfelagnum 5 ár seinni í 1991, og eru øll pensjónistafeløg og eldrafeløg, sum eru komin síðani, limir í Landsfelagnum. Ein mynd er av fyrstu nevndini á forsíðuni á Sólsetur nr. 29. Tíverri er ein feilur íkomin: Kvinnan nr. tvey á myndini er ikki Anna Joensen, Klaksvík, men Elsa Arason, Vágur. Hvussu nógvir limir hava verið í teimum 8 feløgum, sum Landsfelagið umboðaði í 1986, havi eg ikki funnið fram til.
Í 1996, 10 ár aftaná stovnanina, eru 14 pensjónistafeløg við 1183 limum. Ein mynd er eisini í blaðnum av nevndini hetta árið, tá eru bert 3 limir í nevndini: Albin Vang, Miðvágur, formaður, Schønning Eysturoy, Tórshavn, næstformaður, og Símun Pauli Poulsen, Fuglafjørður, skrivari. Av teimum er eisini bara Símun P. Poulsen á lívi.
Í 2006, aftur 10 seinni, hevur Landsfelagið eina 5-mannanevnd, 13 feløg eru umboðaði við 1104 limum. Hetta árið leggur Símun Pauli Poulsen frá sær 82 ára gamal eftir at hava sitið sum nevndarlimur og skrivari í Landsfelagnum í 20 ár. Nevndin hetta árið var: Niclas Akraberg Poulsen, Porkeri, formaður, Sigvald Kristiansen, Skála, næstformaður, Inna Nattestad, Miðvágur, Mikkjal á Bergi, Klaksvík, og Selma Gaard, Tórshavn. Uttanfyri nevndina varð Ingrid Henriksen vald sum skrivari og ráðgevari hjá Landsfelagnum, og hevur verið tað síðani.
Og nú í 2011, 25 ár aftaná stovnanina, eru 15 feløg umboðaði í Landsfelagnum, Eldrafelagið á Eiði er tað síðsta, bert 2 ára gamalt, og limatalið er nú komið upp á 1625, so her hevur verið stórur vøkstur seinastu 5 árini. Hetta er umleið 27 % av pensjónistum í Føroyum. Tað hevur eisini verið eitt stórt ynski hjá Landsfelagnum at fingið sett fleiri eldrafeløg á stovn og harvið økt limatalið. Eftir viðtøkunum kunnu eisini yrkispensjónistafeløg gerast limir. Um slík feløg gjørdu brúk av hesum møguleika, vildi tað styrkt Landsfelagið, sum arbeiðir fyri allar pensjónistar, óansæð um teir eru skrásettir limir í nøkrum felagið ella ikki. Tað eru framvegis 5 nevndarlimir, og núverandi nevnd er: Arne Thorsteinsson, Tórshavn, formaður, Elisabeth Ellingsgaard, Eiði, næstforkvinna, Alma Petersen, Klaksvík, Inna Nattestad, Miðvágur, og Finnur Johansen, Tórshavn. Eykalimir eru Hans Marius Joensen, Skopun, og Árni Johannesen, Tórshavn. Sum vit síggja hava øll økir í landinum havt umboðan í nevndini í Lands-felagnum gjøgnum árini.
Hesi 25 árini hava formenninir verið: Arnold Nielsen, Tvøroyri, 5 ár, Brynjálvur Borðoy, Norðskála, 2 ár, Albin Vang, Miðvágur, 4 ár, Regin Thomsen, Tórshavn, 1 ár, Tómas Tómasson, Søldarfjørður, 6 ár, Niclas Akraberg Poulsen, Porkeri, 5 ár, og Sigvald Kristiansen, Skála, 2 ár.
Umframt hesi, sum nevnd eru, hava verið nógv onnur, sum hava mannað nevndina í Landsfelagnum, somuleiðis eisini nógvir eykalimir. Ikki ber til at nevna øll. Tað fíggjarligu støðuna hevði onkur nevndarlimur ábyrgdina av í fyrstani, Jóhan Hansen, Runavík, var ein, hann var kassameistari í nógv ár, síðani hevur felagið valt kassameistara uttanfyri nevndina. Ejler B. Viderø, Tórshavn, var soleiðis kasameistari eitt langt tíðarskeið, nú hevur Fía Selma Nielsen, Sandavágur, verið kassameistari í nøkur ár.
Landsfelagið hevur havt ymisk nøvn. Fyrst kallaðist tað Landsfelag Pensjónistanna, eitt styttri tíðarskeið varð tað kallað Eldrafelag Føroya, men síðani 2005 hevur navnið verið Landsfelag Pensjónista.
Landsfelag Pensjónista er meginfelag fyri øll eldra- og pensjónistafeløg í Føroyum. Endamálið er at arbeiða fyri áhugamálum hjá pensjónistum, men er óheft av partapolitikki og átrúnaðarligum málum. Viðtøkurnar hava verið fleiri gjøgnum árini, seinasta broyting er framd í 2008.
Landsfelagið hevur havt nógv mál um hendi gjøgnum árini. Eitt mál, sum felagið arbeiddi nógv við í fyrstani, var at fáa sett á stovn eitt eldraráð fyri Føroyar. Hetta mál var fyri hjá fleiri landsstýrisfólkum, og í jan. 1995 hevur Andreas Petersen undirskrivað reglugerð fyri Eldraráð. Í mars 1998 hevur Óli Jacobsen sett sítt navn undir nýggja reglugerð fyri Eldraráðið, sum er lands-stýrismanninum í almanna- og heilsumálum ráðgevandi í málum viðvíkjandi eldri. Landsfelagið kom at hava fleiri limir í hesum ráð, harímillum eisini skrivaran. Eldraráðið kom at hava ein stóran leiklut í tiltøkum í samband við eldraárið í 1999, og arbeiddi annars nógv við bústaðarviðurskiftum hjá teimum eldru. Eldraráðið varð avtikið í 2004 eftir boðum frá Hans Paula Strøm, og ráðleggingaruppgávurnar, sum Eldraráðið hevði havt, vórðu fluttar til Landsfelag Pensjónista.
Landsfelagið fekk í lag eina vitjanartænastu í 1991 og stovnaði saman við Reyða Krossi Vitjunartænastu Føroya í 1993. Hetta samarbeiði gekk ikki so væl sum frá leið og helt uppat í 2001, mest tí at hin parturin setti ávísar treytir við, hvussu farast skuldi fram í hesi tænastu, men sum Landsfelagið ikki kundi góðtaka. Síðani hevur Landsfelagið ikki havt nakra skipaða vitjanartænastu, men eggjar sínum limafeløgum við teirra limum av sínum eintingum at vitja onnur eldri, har tørvur er á tí, uttan at hetta skal skrásetast á nakran hátt.
Landsfelagið fekk sítt egna flagg í 2004 við logo, teknað av Arnbjørn Kristiansen og seymað á danskari flaggfabrikk. Ætlanin er, at tað skal veittra har, sum Landsfelagið hevur síni tiltøk.
Eitt mál, sum hevur upptikið nevndina í Landsfelagnum nógv í fleiri ár er tað sokallaða pensjónsmálið. Fleiri køn fólk við skili fyri viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark gjørdu Landsfelagið vart við, at føroyskir pensjónistar høvdu rætt til eitt ískoyti til fólkapensjónina úr ríkisveitingini. Spurningar hesum viðvíkjandi vóru settir til okkara fólkavaldu, til landsstýrisfólk og løgmann. Nevndin fekk at vita, at tá ríkisveitingin varð umskipað til blokkstuðul í 1993 fekk føroyska stjórnin fríari teymar at skifta sundur ríkisstuðulin, sum tað stendur í brævi til nevndina, og hervið fór onnur lóg frá 1987 “om tilskud til Færøernes hjemmestyre” úr gildi. Nevndin var ikki nøgd við hetta svar, og málið varð sent víðari til løgtingsins umboðsmann, síðani til ríkisumboðið og víðari til ráðharrar í donsku stjórnini, eisini til serkønar løgfrøðingar við danskan lærdan háskúla. Tað stutta av tí langa var, at skuldi Landsfelagið gera meira við hetta mál, so mátti sak leggjast móti landsstýrinum. Tað hevði Landsfelagið hvørki hug ella ráð til, sostatt endaði hetta drúgva mál úrslitaleyst.
Landsfelagið hevur havt eitt gott samarbeiði við pensjónistafeløg í hinum Norðurlondum ígjøgnum Nordisk Samarbets Komité, NSK kallað, í nogv ár. Fundir eru í teimum ymisku londunum tvær ferðir um árið, har tvey umboð frá Landsfelagnum eru við. Í Føroyum hava slíkir fundir verið 4 ferðir, seinast í mai í ár. Landsfelagið er eisini ígjøgnum norðurlendska felagsskapin komið upp í ein annan europeiskan pensjónistafelagsskap, sum eitur AGE, har Landsfelagið varð umboðað fyrstu ferð á fundi í Brussell í fjør.
Landsfelagið hevur havt eitt ávíst samarbeiði við Føroya Kommunufelag við tað, at tað hevur verið við í eini verkætlan um eldrapolitikk í nøkrum kommunum í okkara grannalondum. Vit hava í ein vissan mun gjørt brúk av teirra heimasíðu. Nú hendan verkætlan er lokin, hava vit yvirtikið heimasíðuna www.eldri.fo , sum núverandi formaður Arne Thorsteinsson tekur sær av. Í hesum sambandi hevur hann fyri Landsfelagið undirvíst pensjónistum í teldubrúki, og heldur hendan frálæra fram innan kvøldskúlaundirvísing, har ynski er um tað.
Tað hevur í nogv ár verið í umbúna at endurskoða pensjónsviðurskiftini hjá fólkapensjónistum. Fólkapensjónin hevur nærmast staðið í stað tey seinastu 10-12 árini, hetta hevur Landsfelagið gjørt vart við í áravís. Ein politiskur fylgibólkur hevur arbeitt við einum uppskoti um eina pensjónsnýskipan, og hevur Landsfelagið saman við øðrum áhugabólkum fingið hesi uppskot og broytingar av teimum til hoyringar. Landsfelagið hevur við sínum viðmerk-ingum roynt at ávirka lógaruppskotið, soleiðis at fólkapensjónin verður varðveidd til frama fyri núverandi pensjónistar og teimum, sum koma at liva undir eini slíkari lóg í framtíðini.
Landsfelagið hevur annars gjørt vart við nógv átrokandi mál á eldraøkinum. Eitt er heimahjálpin, sum var ein góð skipan frá fyrstani av, men sum ikki hevur livað upp til sítt endamál tey seinnu nógva árini. Annað er tørvurin á búplássum hjá óhjálpnum bæði á sambýlum og røktarheimum, sum enn ikki er nøktaður. Tiltøk til frama fyri heilsuna hjá teimum eldru er nakað, sum Landsfelagið eisini metir høgt, og var tað Landsfelagnum fyri at takka, at fría vaksinasjónin fyri influensa kom í gildi fyri pensjónistar fyri nøkrum árum síðani. Tað sama kann sigast um kanningina av livikorunum hjá fólkapensjónistum, sum kom í fjør.
Landsfelagið leggur dent á at hava eitt gott samskifti við limafeløgini. Tí verður skipað fyri einum árligum fundi, einum sokallaðum formansfundi, har leiðslurnar fyri lokalfeløgini hittast fyri at fáa kunning um tað, sum Landsfelagið arbeiðir við, og har feløgini kunna koma við hugskotum og spurningum. Hetta er umframt aðalfundin, sum hevur sína føstu skrá. Eisini vitjar Landsfelagið nøkur feløg hvørt ár at kunna seg um viðurskiftini og fáa eitt orðaskifti í lag við limirnar. Umframt alt hetta skipar Landsfelagið saman við einum lokalfelagi fyri einum eldradegi á hvørjum ári, hetta er fyri allar pensjónistar, og skift verður millum tey ymisku økini í landinum. Landsfelagið skipar eisini fyri einari veitslu sum hesari á hvørjum ári fyri limirnar í feløgunum. Øll hesi ymisku tiltøkini hava fingið stak góða undirtøku hesi seinnu árini, og vísir tað bara, at limirnir taka undir við tí arbeiði, sum Landsfelagið ger. Umframt alt hetta sendir Landsfelagið kunnandi brøv út til limafeløgini, og hevur síðani 1996 givið út blaðið Sólsetur, sum verður sent øllum limunum. So tað kann sigast, at sam-skiftið millum Landsfelagið og limirnar er raðfest høgt. Tað skal nevnast her, at limafeløgini hava sínar egnu viðtøkur, sum Landsfelagið ikki blandar seg uppí, men hinvegin verður kravt, at limafeløgini góðtaka viðtøkur Landsfelagsins.
Arbeiðsumstøðurnar hava ikki altíð verið so góðar hjá Landsfelagnum. Í teimum fyrstu viðtøkunum stendur í fyrsta paragraffi, at felagið hevur heimstað, har formaðurin býr. Skrivstovan var har, sum skrivarin búði. Síðani 2006 hevur Landsfelagið leigað sær hølir í Tórshavn og sett ein fastan skrivara, hetta hevur lætt ómetaliga nógv um arbeiðið hjá nevndini í Landsfelagnum. Landsfelagið er á fíggjarlógini og fær árliga 250.000 kr. til sítt virksemi. Sum tað skilst av tí, sum sagt er, so er hetta virksemið rættiliga fjølbroytt, tað krevur nógva tíð og orku hjá nevndarlimunum, sum skulu gera arbeiðið. Nevndin fær fundarpening, og ferðaútreiðslurnar endurgoldnar, men onga løn sum so. Raksturin hevur borið seg, av tí at yvirskot hevur verið á teimum tiltøkum, sum Landsfelagið hevur skipað fyri. Nevndin hevur hildið, at hetta er eitt sindur órímiligt. Um størri játtan fekst, so kundu hesi tiltøk verið bíligari fyri limirnar og til gleði fyri enn fleiri limir. Tað, sum eisini kostar, eru teir nógvu fundirnir um mál, sum koma til hoyringar, og sum tað er álagt Landsfelagnum at ráðgeva myndugleikunum um. Landsfelagið hevur tí søkt um størri játtan á fíggjarlógini tey seinastu tvey árini, men umsóknin er higartil ikki gingin á møti.
Tað skal til seinast nevnast, at Landsfelagið eisini hevur havt sínar trupulleikar at dragast við hesi 25 árini, bæði innanhýsis í nevndini og mótvegis limafeløgum. Hetta hevur kortini ikki tarnað virkseminum hjá Landsfelagnum, tí við góðari handfaring av trupulleikunum er altíð ein loysn funnin, sum hevur gjørt tað møguligt at koma víðari og mennast, og ynskjast má, at Landsfelagið framvegis verður eitt sterkt felag, sum altíð fer at tala sak pensjónistanna.
Men nú skulu vit gleðast um okkara góða Landsfelag, at tað hevur klárað seg so væl hesi fyrstu 25 árini, og við hesum orðum fari eg at ynskja Landsfelag Pensjónista hjartaliga tillukku og góðan byr framyvir. Sigvald Kristiansen



