Mikukvøldið 19. oktober kl. 19 verður skipað fyri stórum politiskum fundi í losjuni í Havn.

 

Valevni úr øllum politiskum flokkum luttaka.

 

Evnið er ítøkiligur eldrapolitikkur valskeiðið 2011 - 2015: Kjarnuøkini eru:  fólkapensjón, samhaldsfasti, ellis- og røktarheim/eldrabústaðir, heimahjálp, rætt til at arbeiða.

 

Tey, ið leggja fram eru:

 

·      Aibritt á Plógv, Fólkaflokkurin

·  Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi

·     Ingrid S. Henriksen, Javnaðarflokkurin

·       Charlotta á Váli Olsen, Miðflokkurin

·       Jóna Mortensen, Sambandsflokkurin

·       Poul Mikkelsen, Framsókn

·       Rúna Sivertsen, Sjálvstýrisflokkurin

 

Hvørt valevni fær 5 min. til framløgu.

 

Aftaná framløgurnar verður høvi hjá fundarluttakarunum at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Teddy Petersen luttekur við sangi

 

Fundarstjóri: Arne Thorsteinsson.

 

Pensjónistafelagið í Havn 





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Tiltak

2012/06/19

Eldradagur

Eldradagurin 2012 verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

les meir

SAMBAND

Email: eldri@mail.fo     
Telefon (+298) 28 93 94

Útgevari

Landsfelag Pensjónista 
Tróndargøta 13 
100  Tórshavn 
Telefon (+298) 31 93 94
Fartelefon (+298) 21 93 94 
Email: 
landsfelagpensjonista@olivant.fo