Our Life as Elderly

 

 

 

 

Verkætlanin Okkara Lív sum Eldri - ígangseting, stytt til OLE2, er býtt í 4 partar. Føroya Kommunufelag hevur ábyrgdina av partinum NETVERK. Samstarvsfelagar eru Luleå kommuna í Svøríki og Oulu kommuna í Finnlandi.

Okkara kommunur kunnu læra nógv av hesum kommunum, av tí at tær saman við borgarunum finna fram til nýskapanir, og soleiðis geva eldri borgarum møguleika at ávirka avgerðirnar, sum verða tiknar á eldraøkinum.

Okkara kommunur kunnu gera sítt til, at borgarin trívist, og kunnu, við at skapa góðar umstøður fyri tey eldru, stuðla upp undir ynski teirra, at búgva heima so leingi sum til ber. NETVERK vil geva umstøður til, at eldri borgarin hevur atgongd til felagsskap og til at røkja síni áhugamál.

Okkara verkætlanararbeiði fer fram í Porkeris kommunu, Sunda kommunu og Vága kommunu.

Sunda kommuna vil eisini vera eygleiðari í verkætlanini Heilsutænastur, partinum sum arbeiðir við heimavitjanum. Kommunan er í ferð við at skipa heimavitjanir til eldri borgarar, og væntar at fáa íblástur til tiltakið frá verkætlanini.

Tvørtjóðarligt samstarv er millum partarnar NETVERK og Bústaðir og tænastur.

NETVERK verður skipað í samstarvi við Nærverkið, sum luttekur í partinum Førleikamenning og starvsfólkaútvegan. Samstarvið vil fevna um virksemi á eldrastovnum, sum Nærverkið rekur í kommununum – virksemi, sum hevur til endamáls at bøta um heilsuna hjá heimabúgvandi og fyri størri trivnaði hjá stovnsbúgvandi.

Meira er at lesa um verkætlanina á heimasíðuni http://ourfuture.eu/fo/?set_lang






«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

SAMBAND

Email: eldri@mail.fo    
Telefon (+298) 28 93 94

Útgevari

Landsfelag Pensjónista 
Tróndargøta 13 
100  Tórshavn 
Telefon (+298) 31 93 94
Fartelefon (+298) 21 93 94 
Email: 
landsfelagpensjonista@olivant.fo