Trivnaðartilboð
Góð trivnaðartilboð skulu til, tá tað virkna eldralívið skal livast. Bæði landsmyndugleikar og kommunur hava seinnu árini lagt alt meira dent á at skapa karmar um trivnaðartilboð - eitt nú dagtilhald, heimavitjanartænastur og rørsluátøk.
Endamálið við trivnaðartilboðunum er at skapa karmar um ein virknan gerandisdag, tá vit hava sagt arbeiðsmarknaðnum farvæl og eru farin eina nýggja tilveru. Tað er ein sannroynd, at tað er gott fyri likam og sál, at hvør einstakur livur eina innihaldsríka tilveru við eini kenslu av, at hvør dagur framhaldandi hevur avbjóðandi og mennandi møguleikar í sær.
Hygg nærri eftir trivnaðartilboðum kring landið.




