Um okkum
Okkara eldraár broytast. Vit eru betur fyri, og vit gerast eldri enn undanfarin ættarlið.
HVUSSU YNSKJA FÓLK AT LIVA, tá tey gerast gomul og hava hjálp fyri neyðini? Flestu borgarar ynskja at liva í egnum bústaði longst møguligt. Hetta er ein spurningur um lívsgóðsku, og ógvuliga umráðandi er, at fólk eru væl fyri bæði likamliga og sálarliga. Nýggja aldurssamansetingin krevur nýggjan hugsunarhátt og nýggjar loysnir. Tað er neyðugt at dagføra og menna eldraøkið og viðkomandi tænastur.
Endamálið við OLE2-verkætlanini er at seta í verk hugskot, sum komu fram í fyrsta parti av ”Okkara Lív sum Eldri”. OLE2 fer fram í 8 kommunum í fimm londum. Luleå í Svøríki leiðir verkætlanina. Verkætlanin verður framd í tøttum samstarvi við avvarðandi starvsfólk, borgarar, umsiting og politisku leiðsluna á hvørjum staði. Málið er at røkka framtíðarkrøvum, tørvi og ynskjum hjá okkara eldri borgarum.
Endamál OLE2
• Nýggj tilboð eiga at verða tikin við í okkara tænastur, so vit alla tíðina eru við í eini natúrligari menning.
• Tiltøkini eiga at fyrireikast soleiðis, at tey lættliga kunnu brúkast í øðrum kommunum.
• Úrslitini skulu leggjast fram á ein hátt, sum eggjar øðrum at fylgja ráðunum frá verkætlanarbólkinum.
Tað er Føroya Kommunufelag við Felagskommununi í Vágunum, Porkeris og Sunda kommunum, sum luttaka í millumtjóða verkætlanini OLE2, undir partinum NETIÐ, sum hevur til endamáls at skapa karmar, ið geva eldri fólki møguleikar at hava virknan gerandisdag í felagsskapi við onnur.
Av tí at OLE2 er ein framtíðarloysn, eru tey, sum nærkast eftirlønaraldri eisini vælkomin at luttaka og nýta høvið at gera sínar áskoðanir galdandi, um hvussu tey kundu hugsað sær sín gerandisdag, tá tey um eini 10 ár eru eftirlønt.
Arbeiðsbólkurin, sum kommunurnar hava skipað í sambandi við OLE 2 verkætlanina, vil gera sítt til, at nøkur av teimum høvuðsynskjum, sum komu fram sum eitt úrslit av OLE 1 verkætlanini í 2006, verða sett í verk - fyrst og fremst at tey eldru liva eina virkna tilveru, og at lívið hjá fólki framvegis er innihaldsríkt, tá tey hava lagt frá sær á arbeiðsmarknaðinum. Tað er umráðandi fyri arbeiðsbólkin, at allar ætlanir verða gjørdar í tøttum samstarvi við pensjónistarnar sjálvar, so tey tilboð, sum spyrjast burturúr, eru í samsvari við tørvin millum eldru borgararnar kring landið.




